Innanlands

Veittraði til miðvingar

Nógv fólk vóru komin saman uttanfyri hotellið í Miðvági at heilsa upp á Margretu. Eins og í 1959, kom hon út á svalan at veittra

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-18 20:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fagra Blóma rungaði uttan fyri Hotel Magenta í Miðvági í gjárkvøldið. Eins og hon gjørdi í 1959, kom Margretha drotning út á svalan at heilsa upp á miðvingar.

Nógv fólk vóru komin saman í góðveðrinum.

Drotningin hevur í dag verið á Skálafjørðinum og vitjað, og nú er almenna vitjanin av. Í morgin fyrrapartin verður tíðindafundur áðrenn 81 ára gamla Margretha drotning fer av landinum aftur.

Sí myndirnar sum Jens Kristian Vang tók í gjárkvøldið.

placeholder
placeholder