Innanlands

Video: Ongantíð vandi á ferð

Eitt videobrot av bili, sum við nógvari ferð krassjar, kann virka ógvsuligt. Men talan er um upptøkur til eina lýsing, og eingin kom til skaða, sigur løgreglan

2021-07-18 23:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um vikuskiftið eru helst fleiri, sum hava lagt merki til ein Fordbil, sum koyrir við nógvari ferð á ávísum strekkjum í landinum. Í tunlunum Norður um Fjall er eitt, og við tunnilsmunnan á Rókini er eitt annað.

Eitt videobrot, sum nú er í umferð á Facebook, vísir, at hesin bilurin krassjar við nógvari ferð í bilverjuna við rundkoyringina á Rókini. Talan er um upptøkur til lýsingafilm. At krassja var helst ikki meiningin, men vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað ongantíð var nakar vandi á ferð.

- Bilarnir eru gjørdir til slíkt, og hatta er nokk heldur ikki fyrstu ferð, at hann hevur rent á við hasum bilinum, sigur vaktleiðarin, tá vit ringja at spyrja um hendingina.

- Vit vóru nærhendis, og fóru á staðið tá hetta hendi, greiðir hann frá, og sigur, at tað heldur ongantíð var upp á tal at senda sjúkrabil á staðið.

- Førarin situr púra tryggur í einum búri, so har hendi einki við honum hóast tað kann síggja ógvusligt út, greiðir løgreglan frá.

- Teir hava leigað sær eitt strekkið av vegi, og kunnu satt at siga gera sum teir vilja. Vit eru ikki von við slíkt her í Føroyum, men tað er púra vanligt aðrastaðni í sambandi við filmsupptøkur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

placeholder
placeholder