Uttanlands

Ongland letur uppaftur

Á midnátt fóru so at siga øll koronatiltøkini úr gildi

– Gera vit tað ikki nú, mugu vit spyrja okkum sjálvi, nær vit nakrantíð kunnu gera tað, sigur forsætisráðharrin, Boris Johnson, sum heldur, at hetta er rætta tíðin at lata uppaftur (Savnsmynd)

– Gera vit tað ikki nú, mugu vit spyrja okkum sjálvi, nær vit nakrantíð kunnu gera tað, sigur forsætisráðharrin, Boris Johnson, sum heldur, at hetta er rætta tíðin at lata uppaftur (Savnsmynd)

2021-07-19 07:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á midnátt fóru so at siga øll koronatiltøkini úr gildi í Onglandi.

Hetta merkir, at náttklubbar aftur hava lov at hava opið, og at onnur støð sleppa at lata upp við fullum kapasiteti. Kravið um at brúka munnbind og arbeiða heima er eisini strikað.

Seinastu dagarnar hevur Stórabretland skrásett uml. 50.000 nýggjar smittutilburðir um dagin, og granskarar hava víst á, at mann setur bæði eingilsmenn og restina av heiminum í vanda við at lata upp nú, meðan tamarhald ikki er á smittustøðuni.

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, vísir á, at tveir triðingar av vaksnu borgarunum í Stórabretlandi eru fult koppsettir, men heitir hann framvegis á fólk um at vera varin.

– Um vit ikki gera tað nú, lata vit upp í heyst og í vetur, tá virussið kann gera sær dælt av kalda veðrinum, sigur Boris Johnson sambært Ritzau.

– Gera vit tað ikki nú, mugu vit spyrja okkum sjálvi, nær vit nakrantíð kunnu gera tað. So hetta er rætta løtan.

Boris Johnson er í løtuni í sóttarhaldi, eftir at heilsumálaráðharrin, sum hann hitti fríggjadagin, hevur fingið staðfest koronu. Heilsumálaráðharrin, Sajid Javid, er annars fult koppsettur. Hann sigur, sambært BBC, at hann hevur mild sjúkueyðkenni, og at hann fer at arbeiða heima komandi dagarnar.

Umframt Ongland, letur Skotland eisini meira upp í dag. Tiltøkini vórðu broytt í Wales leygardagin, og eftir ætlan fer Norðurírland at linka tiltøkini komandi mánadag. Meira um, hvussu latið verður upp í Stórabretlandi, sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder