Innanlands

Skal vera greiðari at samanbera bústaðir

Brúkaraumboðið hevur gjørt nýggja vegleiðing um at marknaðarføra bústaðir

(Kringsýnismynd: Tórshavnar kommuna 2021)

(Kringsýnismynd: Tórshavnar kommuna 2021)

2021-07-21 08:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er umráðandi at upplýsingarnir um eina ogn, sum er tl sølu,  verða bornar fram á ein javnvigaðan og greiðan hátt, so brúkarar kunnu kunna seg á marknaðium og samanbera bústaðir, uttan at tað verður óneyðuga tíðarkrevjandi.

Nýggj vegleiðing um at marknaðarføra bústaðir er at finna á heimasíðuni hjá Brúkaraumboðnum.

Ein bústaður er størsta og týdningarmesta íløgan, brúkarar gera í lívinum, og vanliga ganga mong ár ímillum hvørja ferð, at ein brúkari keypir ein bústað.

- Tá ið brúkarar skulu inn á húsamarknaðin, er tað nógv kunningartilfar at seta seg inn í og skilja. Umframt allar tær faktisku og fíggjarligu upplýsingarnar um fastognina, eru brúkarar eisini noyddir at kunna seg um lán, tryggingar og møguliga tilgongdina viðvíkjandi sølu av núverandi bústaði, skrivar Brúkaraumboðið á heimasíðuni.

placeholder
placeholder