DMI: Upp í 20 stig fríggjadagin og leygardagin

Veruligt summarveður næstu dagarnar. Serliga norðaliga

2021-07-21 08:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður lýtt í veðrinum næstu dagarnar. So lýtt, at danska veðurstovan DMI boðar frá, at tað fríggjadagin og leygardagin í støðum verður upp í 20 hitastig.

Í dag sigur veðurforsøgnin hjá DMI frá 11 til 16 stigum, skýggjað, men seinni klárnar og tað verður sól. Í morgin hósdagin verður eisini gott veður. Eins og í dag verður skýggjað, men seinni sól tað mesta av landinum. Hitin verður millum 12 og 18 stig.

Fríggjadagin og leygardagin verða lýggjastu dagarnir. Sum hinar dagarnir verður skýggjað, seinni sól tað mesta av landinum og hitin verður milum 12 og 16 stig. Í norðara partinum av landinum verður best veður, onkustaðni verður upp til 20 stig, sigur DMI.

Lítið av vindi verður hesar dagarnar. Hann verður sunnan í ættini, og verður 2 til 7 metrar um sekundið.

Veðurforsøgnin hjá DMI sæst her

Veðurforsøgnin hjá YR sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder