Innanlands

Føroyingar sleppa ikki undan bótini

Summir føroyingar hava ov tungan fót, tá teir koyra á donsku vegunum. Løgreglan í Føroyum hevur til uppgávu at seta seg í samband við bilføraran og skuldseta hann

2021-07-21 09:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyingar, sum koyra ov skjótt í Danmark, og verða fangaði á sonevndu blitsbilunum hjá donsku løgregluni, sleppa ikki undan bótini.

Løgreglan í Føroyum hevur í løtuni ATK mál, tey kalla, har fólk hava koyrt ov skjótt og eru blitsaði. Tað er síðani uppgávan hjá politinum í Føroyum, at taka sær av at seta seg í samband við bilføraran og skuldseta hann fyri at hava koyrt ov skjótt.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at gjøgnum eitt summar tá føroyingar eru á ferð á donsku vegunum, eru vanliga nøkur mál av hesum slagnum, og í ár er einki undantak.

So tað er helst smart at hugsa seg um, tá ein koyrir á donsku vegnum, tí bótini sleppur man ikki undan. Takstirnir fyri at koyra ov skjótt eru danskir, verður upplýst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder