Uttanlands

Krav um koppseting í bussum verður slept

Í Grønlandi gongur so mikið væl, at krøvini um bert at loyva fólkum við koppsetingarprógvi í bussar, verður slept aftur

Múte B. Egede (Mynd: Sermitsiaq)

Múte B. Egede (Mynd: Sermitsiaq)

2021-07-21 18:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Smittutalið í Grønlandi er aftur dalandi, og tí verða krøvini um bert at loyva koppsettum við í almennu samferðsluna  nú slept aftur.

- Eg eri fegin um, at fólk taka avbjóðingarnar í størsta álvara, og at vit saman kunnu taka felags ábyrgd. Tað at vit hava hildið tilmælini er viðvirkandi til, at vit skjótt aftur kunnu liva ein vanligan gerandisdag, sigur Múte B. Egede, landsstýrisformaður við grønlendska kringvarpið.

Landsstýrið fer tí at slaka koronaavmarkingarnar aftur. Kravið um koppseting verður galdandi í innanlandsflúgvingini fram til 30. juli, meðan sama krav í almennu bussrutunum verður tikið úr gildið aftur í overmorgin.

Kravið um at brúka munnbind á almennum støðum og bannið at savnast fleiri enn 20 fólk heldur tó fram til fríggjadagin 30. juli.

Í dag vóru 25 smittað í Grønlandi, fimm færri enn týsdagin, upplýsir KNR. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder