Innanlands

LGBT og minniluta filmsfestivalur sleppa ikki í Havnar Bio

Havnar Bio hevur boðað frá, at tey ynskja at steðga øllum samstarvi við FIMFF. Tey vilja ikki setast í samband við hvørki LGBT Føroyar ella kvir-temaið, sum filmsfestivalurin hevur í ár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-21 20:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár kunngjørdi LGBT Føroyar at Faroe Pride, hóast avlýsingar vegna koronu, í ár verður skipað sum rekkjukoyring úr Havnini og inn í Skálafjørðin. Í tí sambandi varð eisini kunngjørt ein sýning í Havnar Bio 27. juli kl. 19, har heimildarfilmurin, Wonder Boy, skuldi vísast í sambandi við ársins Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF). Afturat hesum filminum skuldi  FIMFF hava fleiri sýningar í Havnar Bio, mánadagin 26. juli.

Hetta verður tó av ongum, tí Havnar Bio í dag, 21. juli, hevur boðað frá, at tey vilja steðga øllum samstarvi við FIMFF. Tey vilja ikki setast í samband við hvørki LGBT Føroyar ella kvir-temaið, sum FIMFF hevur í ár. Hóast ymiskleikarnar hjá pørtunum eydnaðist tað í ár at fáa eitt samstarv í lag, men nú LGBT Føroyar lýsti við eini sýning í Havnar Bio, vilja Havnar Bio ikki vera við meira, og tað harmast fyriskipararnir í Fimff sjalvandi um. 

Skipast av nýggjum
Spennandi Grammy-nomineraða navnið, COBRAH, sum skuldi spæla sín harða hyper-pop til Gender Bender-veitsluna leygardagin 24. juli í Reinsarínum, hevur verið noydd til at avlýsa sína konsert vegna korona. 

FIMFF-kjarnan arbeiðir nú uppá at flyta tær fimm sýningarnar, sum skuldu vera í Havnar Bio yvir í Perluna, har aðrir minnilutafilmar verða sýndir. Fleiri tónleikaranøvn hava verið uppi at venda í sambandi við Gender Bender-veitsluna, men einki er fastlagt enn. Meira kunning kemur út um hetta, so skjótt ætlaninar verða lagdar.

Fyriskipararnir vóna, at hóast mongu avbjóðingarnar, at fólk vilja stuðla upp undir tiltakinum og møta upp til sýningarnar og tiltøkini. Atgongumerki og festivalpass kunnu keypast á torsgota.fo. Sí alla skránna á fimff.org.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder