Innanlands

Ljósskipanin tænir ikki borgarunum

Eingi atlit eru tikin til borgararnar, sum búgva í Árnafirði, í Hvannasunds og Viðareiðis kommunum, siga borgarstjórarnir á Borðoy og Viðoy í skrivi um ljósskipanina við tunnilsmunnarnar norð um Fjall

2021-07-22 06:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Teir tríggir borgarstjórarnir á Viðoy og Borðoy, Marita Sumberg á Viðareiði, Matrin Næs í Hvannasundi og Atli Justinussen, virkandi borgarstjóri í Klaksvík, geva nú ilt av sær um ljósskipanina við tunnilsmunnarnar á gomlu tunnlunum á Borðoynni.

Í almennum skrivi vísa teir á, at skipanin als ikki tænir borgarunum, sum búgva í Árnafirði og í Hvannasunds og Viðareiðis kommunum.

- Hendan ljósskipan er als ikki í samsvari við tað, sum vit hava tosað um, og sum vit á greiddi Landsverki frá á fundi fyrr í ár, skriva borgarstjórarnir í almennum skrivi, sum kann lesast á lesarin.fo 

Borgarstjórarnir seta eisini álvarsligt spurnartekn um trygdina í tunnlunum, og krevja av Landsverki, at skipanin verður loyst her og nú, ella skipanin verður sløkt til ein nøktandi loysn er funnin.

Les eisini: Henda skipanin er óúthaldilig   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder