Uttanlands

Líkini av fjallaklintrarum funnin á heimsins næsthægsta fjalli

Ein teirra er íslendingurin John Snorri Sigurjónsson

K2 er heimsins næsthægsta fjall (Mynd: Wikipedia)

K2 er heimsins næsthægsta fjall (Mynd: Wikipedia)

2021-07-27 08:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fjallaklintrarar á heimsins næsthægsta fjalli, tí 8.610 metra høga K2, sum liggur millum Pakistan og Kina, halda seg hava funnið líkini av einum liði av fjallaklintrarum, ið hava verið horvnir síðan februar.

Talan er um íslendingin John Snorri Sigurjónsson, pakistanan Ali Sadpara og kilenaran Juan Pablo Mohr.

Teir tríggir fóru saman við soni Ali Sadpara 5. februar niðan á heimsins næsthægsta fjall eftir Mount Everest. K2 er trupult at vinna á, og talið av fólkum, ið hava nátt toppin á K2 er bert ein brøkpartur av Mount Everest, og heilt nógvir klintrarar hava eisini latið lív í royndini at vinna á tindinum.

Menninir komu ongantíð aftur. Leiting varð sett í verk, men uttan úrslit. Teir vórðu tí lýstir at vera deyðir tvær vikur seinni.

Fyrr í summar var aftur ein roynd gjørd at finna menninar aftur, men aftur til fánýtis.

Men nú í vikunu vórðu trí lík funnin, og hildið verður fyri vist, at talan er um teir tríggjar, skrivaði heimasíðan hjá íslendska Ríkisútvarpinum, RÚV, í gjár.

Líkini vórðu funnin av lokalum sherpa-fjallmonnum, sum arbeiddu við at tryggja farleiðirnar niðan á fjallið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder