Innanlands

Kalla ketsjupp og kjøtbollar aftur

Heilsufrøðiliga Starvstovan boðar frá, at orsøkin ávíkavist er gering í fløskum, og at listeria er í vøruni. Kjøtbollarnir frá Normeat A/S eru útgingnir

Slíkir dunkar av hotdog kettsjup verað seldir í Føroyum

Slíkir dunkar av hotdog kettsjup verað seldir í Føroyum

2021-07-27 17:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heilsufrøðiliga Starvstovan hevur í dag frá afturkallan av tveimum vørurum, og ræður borgarum til til at lata hesar vørur aftur, haðani tær eru keyptar, ella beina tær burtur.

Talan er um hotdog ketchup, ið Graasten hevur afturkallað. Nettovektin er 375 gram, best fyri dagfestingin er 07.10.2021, og vøran varð pakkað 6.juni. EAN strikukotan er 5704000486493.

Vøran er seld í føroyskum handlum. Tað er staðfest gering í fløskum frá omanfyrinevnda partí´inum, og harvið er hon ikki egna sum matvøra.

[object Object]

Hin vøran er "Kylling-Kalkun Kødboller". Normeat A/S hevur afturkallað vøruna, tí tað tað er staðfest listeria í vøruni frá hesum partínum, tá haldføri er við at fara. Vandi er fyri at fáa infektión við listeriabakterium. Sjúkueykenni kunnu verða influenzalíknandi eyðskenni, fepur og høvuðpína. Í sjáldsomum førum kann talan verða um maga-tarm trupuleikar, skrivar hfs.fo

Hendan vøran er farin av dato - var best fyri 15.07.2021 - men borgarar kunnu hava fryst og goymt vøruna, og teir verða bidnir um ikki at nýta hana. Partíið varð framleitt 10. juni.Nettoinnihaldið er 700 gram, og EAN-strikukotan er: 5 707196 258691

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder