Innanlands

Norðoyatunnilin stongdur vegna ferðsluóhapp

Tveir bilar rendu frontalt saman, og fólkini í bilunum eru flutt á sjúkrahús

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-07-27 18:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er óvist, júst hvussu álvarsamt ferðsluóhappið var hví tað hendi, og hvussu leingi eingin ferðsla verður í tunnlinum. Men tað er greitt, at nógv tilbúgving kom á staðið, og at fólkini, ið sambært Kringvarpinum eru trý í tali, øll eru flutt á sjúkrahús.

Ferðsluóhappið hendi stutt eftir klokkan 17, tá tveir bilar rendu frontalt saman í Norðoyatunlinum. Tað var, sambært Norðlýsinum, tætt við tunnilsmunnan Klaksvíksmegin.

Løgreglan kann ikki siga meira í løtuni.

Dagført: 18.36: Norðlýsið skrivar fyri løtu síðani, at kvinnan og barnið, ið vóru í eina bilinum hava tað eftir umstøðunum gott. Persónurin, sum koyrdi hin bilin, varð koyrdur á Landssjúkrahúsið við politieskortu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder