Innanlands

Myndugleikarnir søgdu at koppsetti tú teg, slapst tú á ólavsøku - tað passar bara ikki heilt

Bara fýra dagar áðrenn ólavsøku gjørdu myndugleikarnir enn eina roynd at fáa fólk at koppseta seg. Hesaferð við ólavsøkuni sum gularót. Trupulleikin er bara tann, at tað tekur átta dagar frá at vaksinan verður sproytað, til hon virkar

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-27 21:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

“Meira enn helvtin av øllum føroyingum er nú liðugt koppsett fyri koronu. Hjá øðrum ber til at lata seg koppseta fyri ólavsøku, og koppsetingarbólkurin mælir staðiliga til, at tey, ið enn mangla annað ella bæði prikini, halda seg framat. Liðugt koppsett verða ikki sett í sóttarhald, so ólavsøkan hjá teimum kemur ikki í vanda”.

Soleiðis sigur koppsetingarbólkurin í einum tíðindaskrivi á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum fyri fýra døgum síðani. Seinastu tíðina hevur tað gingið nakað seinni at koppsett, enn tað kundi, og tað hevur fingið myndugleikarnir at gera ymsar royndir at lokka fólk.

Trupulleikin er bara, at allur sannleikin var ikki sagdur. Fyri at vera koppsettur, skulu átta dagar ganga aftaná seinna prikið, og tískil er eingin av teimum, sum orsakað av hesari áheitanini hava latið seg prikað, fult koppsettur á ólavsøku. Í besta føri eru tey fult koppsettt leygardagin tá midnáttarsangur og annað langt síðani er yvirstaðið.

- Ein gularót er, at liðugt koppsett sleppa undan at fara í sóttarhald, skuldu tey havt verið í sambandi við smittað fólk, og tískil kunnu fleiri bjarga sær ólavsøkuni, fáa tey sær annað prikið næstu dagarnar, sigur koppsetingarbólkurin.

Prikað tvær ferð, men skal í sóttarhald á ólavsøku
Í Degi og viku í kvøld, var innslag um 20 ára gomlu Tóru Hammer, sum skal sita í sóttarhaldi á ólavsøku. Hetta hóast hon hevur fingið bæði prikini. Hon hevur verið í samband við ein smittaðan, og tað merkir at hon skal í sóttarhald í 10 dagar.

Fimm dagar vóru gingnir síðani seinna prikið tá Tóra var í samband við ein smittaðan persón, og ikki teir átta dagarnir, sum skulu til fyri at sleppa undan sóttarhaldi.

- Eg fekk at vita, at um man bleiv koppsettur, kundi man fara á ólavsøku, men nú skal eg allíkavæl sita inni í 10 dagar, sigur Tóra Hammer við Dag og viku.

Michael Boolsen ásannaði í Degi og viku, at tað kundi vera ógreitt, at koppsetingarbólkurin var komin við hesum fimm dagar undan ólavsøku, men vísti á, at hetta við teimum átta døgunum eftir seinna prikið, hevur verið galdandi frá byrjan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder