Uttanlands

Hong Kong: Níggju ár í fongsul fyri at veitra við einum flaggi

Ein 24 ára gamal maður varð týsdagin tann fyrsti at verða dømdur fyri at hava brotið umstríddu trygdarlógina – Undir einum mótmælistiltaki veitraði hann við einum flaggi við orðum, sum sambært ákæranum, eggjaðu til loysing

Uttanfyri hægstarætti í Hong Kong (Mynd: EPA)

Uttanfyri hægstarætti í Hong Kong (Mynd: EPA)

2021-07-31 09:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin varð ein ungur maður í Hong Kong dømdur fyri at eggja til loysing frá Kina.  24 ára gamli Tong Ying-kit er tann fyrsti persónurin, sum er funnin sekur í at hava brotið umstríddu trygdarlógina, sum kom í gildi í Hong Kong í fjør, og fríggjadagin varð revsing hansara kunngjørd. Hann fær níggju ár í fongsul.

Tong Ying-kit varð m.a. dømdur fyri í sambandi við einum mótmælistiltaki í fjørsummar at hava veitrað við einum flaggi við orðunum "Bjargið Hong Kong. Okkara kollvelting". Hesin boðskapurin eggjaði, sambært ákæranum, til loysing frá Kina.

Verjin hjá Tong Ying-kit sigur, sambært Ritzau, at tey fara at kæra dómin.

Mannarættindafelagsskapurin Amnesty, ið finst at dóminum, kallar dómin fyri byrjanina á endan á talufrælsinum í Hong Kong.

Orðini "Bjargið Hong Kong. Okkara kollvelding" er ein vælumtóktur boðskapur hjá prodemokratisku rørsluni, og tað, at ákærin legði serligan dent á hendan boðskapin kann hava við sær, at onnur mótmælisfólk, sum hava brúkt hann, eisini kunnu enda við at verða dømd fyri tað í framtíðini, sigur Yamini Mishra, stjóri fyri Amnesty International í Asia.

Les eisini: Amnesty: Hetta kann verða endin á talufrælsinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder