Innanlands

Eldradagur pensjónista nærkast

Í ár verður árligi Eldradagurin, ætlaður øllun landsins pensjónistum, hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 14. august

Eldradagurin í ár verður 14. august í Mentanarhúsinum í Fuglafirði (Savnsmynd)

Eldradagurin í ár verður 14. august í Mentanarhúsinum í Fuglafirði (Savnsmynd)

2021-07-31 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um tvær vikur – leygardagin 14. august – fer Eldradagurin 2021 av bakkastokki. Í ár verður hann hildin í Fuglafirði.

Seinastu mongu árini hevur Landsfelag Pensjónista saman við lokalfeløgum skipað fyri einum árligum Eldradegi, ætlaður øllum landsins pensjónistum, eisini teimum, sum ikki eru limir í nøkrum lokalum eldra- ella pensjónistafelag. Tó var árið í fjør eitt undantak orsaka av koronu. Dagurin varð tí fluttur til august í ár í staðin, nú flestu pensjónstar hava fingu seinnu koppsetingina, skrivar Landsfelag Pensjónista í tíðindaskrivi.

Tað eru Eldrafelagið Borgin í Fuglafirði, og Landsfelag Pensjónista, sum skipa fyri tiltakinum hesuferð.

Í sambandi við tiltakið koyrir bussur frá Smyrli av bryggjuni í Havn klokkan 11.45 til Fuglafirðar.

Skemt og álvari
Eldradagurin byrjar við døgurða á middegi, og endar hann við einum nátturðabita um kvøldið.

Símun Fornagarð, nevndarlimur í Eldafelagnum Borgini, verður orðstýrari undir døgurðanum, har eisini Harmonikufelagið fer at spæla.

Síðani bjóðar forkvinnan í Eldrafelagnum Borgini, Áshild Kristiansen, vælkomin, og varaborgastjórin í Fugafirði, Eyðun á Lakjuni, ber fram eina heilsan vegna kommununa.

Stjórin á Gallup Føroyar, Laila Hentze, greiðir nærri frá eini Gallupkanning, sum farið verður undir í næstum saman við Mariu Skaalum Petersen, verkætlanarleiðara. Kanningin snýr seg um heilsustøðuna hjá teimum, ið eru eldri enn 75 ár.

Alfred Olsen, nevndarlimur í Landsfelag Pensjónista, verður gestarøðari, og tekur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sær av skemtinum.

Ein fitt løta er sett av til millummála, har eisini lutaseðlar verða drignir.

Gongutúrur o.a.
Tey, sum orka væl at ganga, kunnu eisini gleða seg til at fara ein gongutúr gjøgnum bygdina saman við Peturi Martin Petersen og Kristin Poulsen.

Seinni koma umboð fyri Talgildu Føroyar at greiða nærri frá um Samleikan og Vangan, og verður høvi at seta spurningar og fáa svar.

Klokkan 18 verður smyrjibreyð, og løtu seinni fer formaðurin í Reyða Krossi Føroyar, Jóannes Eidesgaard, at greiða frá um vitjunartænastuna.

Eftir hetta fer Jónhild Abahamsen at syngja, og Áshild Kristiansen at lesa upp yrkingar.

Áðrenn Eldradagurin endar, ber forkvinna Landsfelag Pensjónista, Beate L. Samuelsen, fram eina heilsan, og forkvinnan í Eldrafelagnum Borgin, Áshild Kristiansen, endar dagin.

”Boðar tú til allar tjóðir” verður sungin, og klokkan 20 fer bussur aftur til Havnar, soleiðis, at teir pensjónistar, sum skulu til Suðuroyar, sleppa heimaftur við Smyrli, ið fer suður klokkan 21.15.

Seinasta freist at boða frá luttøku er mánadagin 2. august. Meira kunning fæst á Facebooksíðuni hjá Landsfelag Pensjónista.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder