Uttanlands

Skulu útflýggja skattaskjølini hjá Trump

Amerikanska løgmálaráðið hevur givið skattavaldinum boð um at útflýggja skjølini

Seinastu árini hevur verið siður, at amerikanski forsetin greiðir frá sínum skattaviðurskiftum, men tað hevur Trump ikki gjørt (Mynd: EPA)

Seinastu árini hevur verið siður, at amerikanski forsetin greiðir frá sínum skattaviðurskiftum, men tað hevur Trump ikki gjørt (Mynd: EPA)

2021-07-31 11:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin gav amerikanska løgmálaráðið amerikanska skattavaldið boð um at útflýggja skattaskjølini hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Talan er um skjøl, sum skattanevndin í Umboðsmannatinginum hevur roynt at fingið hendur á síðan 2019. Løgmálaráðið staðfestir, at nevndin hevur rætt at síggja skjølini, sum snúgva seg um eitt seks ára tíðarskeið.

Nevndin hevur illgruna um, at Trump hevur snýtt við sínum skattaskjølum, skrivar Ritzau.

Demokratiska forkvinnan í Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi sigur, at málið um sjálvuppgávuna hjá Trump snýr seg um trygdina hjá USA.

– Amerikanska fólkið hevur uppiborið at fáa fakta um hansara ørkymlandi áhugamálsstríð og hansara undanmáan av trygd og fólkaræði, sigur hon.

Seinastu mongu árini hevur tað annars verið siður, at amerikanski forsetin greiðir frá sínum skattaviðurskiftum, men Trump gjørdist eitt undantak.

Blaðið New York Times hevur annars áður endurgivið nøkur av skattaskjølunum hjá Trump, har tað framgongur, at hann í fleiri ár rindaði nærum ongan landsskatt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder