Innanlands

Bátatreff í Klaksvík komandi vikuskifti

Norðoya Bátafelag bjóðar øllum siglarum til Klaksvíkar komandi vikuskifti

(Mynd: Norðoya Bátafelag)

(Mynd: Norðoya Bátafelag)

2021-07-31 13:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi vikuskifti, 6. – 8. august bjóðar Norðoya Bátafelag øllum siglarum til Klaksvíkar til bátatreff.

Tað er sama vikuskifti, sum Summarfestivalurin átti at verið, men, sum kunnugt, varð hann avlýstur fyrr í hesum mánaðinum.

Norðoya Bátafelag skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:

– Vit útvega bátapláss, el, vatn og bingju til burturkast eins og vaktarhald (sum er eitt krav frá Klaksvíkar kommunu), eisini seta vit borð við beinkjum á langsíðuni á bátabrúgvunum. Tað góða lagið og hugnan, koma tit sjálv við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder