
Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag heitir nú á myndugleikarnar um at taka stig til at verja mølheyggjarnar móti óskipaðar gongd í økinum.
Mølheyggjarnir Heima á Sandi eru veruliga sjáldsamir. Á Mølheyggjunum er sera stórt margfeldi av blómum og vøkstrum og skordýrum. Tiðliga gjørdist greitt, at Mølheyggjarnir eru ein dýrgrípur, sum mátti verjast og blivu Mølheyggjarnar friðaðir.
- Tað sigur seg sjálvt, at vakra økið altið hevur drigið fólk til sín, men við skjótt vaksandi ferðamannavinnuni í Sandoy er nú vandi á ferð. Dag og dagliga um summarið er hópurin av fólki, sum gongur í Mølheyggjunum og tað verður spælt og gingið uttan fyrilit fyri vøkstur og longu nú sæst árinið á sjáldsama marhálmin sum bindir sandin, hann verður traðkaður burtur, sigur FNU í fráboðan.
Eisini økið á Sandafløtunum frammanfyri Mølheyggjarnar, sum er friðað, verður nýtt til parkeringsøki og sum týnir allan upprunavøksturin har.
FNÚ heitir á avvarðandi mynduleikar m.a. sýslumannin og Sands kommunu at taka stig til at verja mølheyggjarnar móti óskipaðari gongd í økinum. Gøtur í lendinum er ein møgulleiki. Eisini verður heitt á Sýslumannin at forða fyri, at bilar koyra oman í friðaða økið við Mølheyggjarnar.
- Mølheyggjarnir eru ogn allra okkara og mugu verjast, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald