Mentan

Myndir: Teir koyra á

Enn koyra teir á, og ætla at ganga 19 túrar niðan á Slættaratind út í eitt. Vit vóru við, tá teir vóru uppi sættu ferð

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-20 20:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Everesting er tað, sum Jákup Petur Eliassen og Ken Bærendsen í løtuni er í holt við á Slættaratindi. Teir ætla í dag og í morgin at ganga 19 ferðir upp á Føroya hægsta fjall, og tað svarar til hæddina á Mount Everest, 8.848 metrar.

Vit kláraðu ikki at fylgja við høgu ferðini hjá teimum báðum, tá vit vóru við seinnapartin, men hittu teir á toppinum, tá teir komu upp fyri sættu ferð. Tað eru eisini onnur sum fylgja við, og tað er gleðiligt at síggja, sigur Jákup Petur Eliasen.

Á toppinum var tjúkt í mjørka seint seinnapartin, men tað klárnaði spakuliga í.

Á vegnum niðan og oman møttu vit nógvum fólki, og summi teirra fingu vit eisini mynd av.

Tað síðsta vit vistu var, at teir vóru á veg niðan fyri áttandu ferð.

Vit lata myndirnar frá túrinum tala:

placeholder
placeholder