Innanlands

Maður royndi at bíta eitt løgreglufólk

Maðurin, ið ikki er ókendur hjá løgregluni, skal grundlógaravhoyrast seinni í dag

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-05 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv fólk hava verið í býnum í nátt, og í hesum sambandi hevur løgreglan havt eitt sindur at gera við at hjálpa fólkum, ið høvdu fingið ov nógv niðurum, og hjálpa teimum heim.

Í eina førinum endaði tað tó við einari handtøku.

Tá løgreglan royndi at hjálpa einum manni, sum var avdottin, bleiv hann ómøguligur og royndi at bíta eitt løgreglufólk, sigur vakthavandi á politistøðini.

Lagt verður afturat, at talan er um ein mann, sum ikki er ókendur hjá løgregluni.

Maðurin verður grundlógaravhoyrdur seinni í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder