Myndir: Standmyndin av Ólavi á Heygum avdúkað í Vestmanna

Sunnudag seinnapart avdúkaði Maria á Heygum standmyndina, sum myndahøggarin, Hans Pauli Olsen hevði tilevnað

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2021-09-13 11:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í allarfagrasta veðri í Vestmanna var standmyndin av undangongumanningum Ólavi á Heygum avdúkað sunnudagin 12. september.

Ólavur á Heygum var kongsbóndi, handilsmaður og politikari, sum eisini stóð fyri fyrstu royndini í Føroyum at fáa elorku burtur úr vatni. Hetta var í Vestmanna á sumri 1907, tá Ólavur fór undir at byggja eina vatnbyrging í Fossá. Vatnið skuldi síðani leiðast úr byrgingini oman til eina turbinu, sum skuldi framleiða elektriskan streym til vestmenningar.

Tað eydnaðist tó ikki Ólavi at koma á mál við síni verkætlan, sum hann stríddist við inntil hann doyði í 1923, 56 ára gamal.

Nú smá 100 ár seinni, hava vestmenningar reist eina standmynd av Ólavi á Heygum, sum umframt royndina við vatnorku, eisini átti ein stóran leiklut í arbeiðnum at tryggja føroyingum telefonsamband. Fyrsta telefonlinjan í Føroyum kom í 1905 og gekk millum Tórshavn og Vestmanna. Hesum syrgdi Ólavur á Heygum fyri.

Í sambandi við avdúkingina hevði SEV eisini skipað fyri fleiri tiltøkum. M.a. var opið hús á Fossáverkinum, og skipað varð fyri einum gongutúri frá Fossáverkinum niðan til byrgingina hjá Ólavi á Heygum í Fossá.

Tað var Maria á Heygum, verdóttur Ólavi á Heygum, sum avdúkaði standmyndina, sum myndahøggarin Hans Pauli Olsen hevði tilevnað.

Niðanfyri síggjast myndir frá avdúkingini sunnudagin. Myndir hava Birgir Waag Høgnesen og SEV tikið.

placeholder
placeholder