Innanlands

Fólkatingslimir á vitjan í Klaksvík

Ferðalagið telur í alt 14 fólk. Endamálið við ferðini hjá teimum er at kunna seg nærri um Føroyar og føroysk viðurskiftir

Karl H. Johansen, borgarstjóri, var vertur fyri feðalagið (Mynd: klaksvik.fo)

Karl H. Johansen, borgarstjóri, var vertur fyri feðalagið (Mynd: klaksvik.fo)

2021-09-14 19:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag hevur eitt dankst ferðalag verið runt í Klaksvík. Tað er tað sum so ikki nakað óvanligt við, men her vaar talan um limir í danska fólkatinginum.

Karl H. Johansen, borgarstjóri, hevur verið vertur fyri feðalagið á í alt 14 fólk, hvørs endamál við ferðini er at kunna seg um Føroyar og føroysk viðurskiftir.

- Vitjanin í Klaksvík byrjaði í býráðshúsinum, har tey fingu eina framløgu um Klaksvíkar kommunu. Fólkatingslimirnir vístu stóran áhuga fyri økinum og spurdu eitt nú nærri um fólkavøkstur, um íløgur og hvørjar avbjóðingar kommuna hevði.
Fólkatingslimirnir fóru síðan at vitja Christianskirkjuna, har Hanus á Gørðum, prestur, tók í móti teimum.

Soleiðis skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari tíðliga seinnapartin, har lagt verður afturat, at tey seinni í dag skuldu tey vitja útibarnagarðin, Fjallafípuna, sum er eitt serligt tilboð til 6 ára gomul børn, áðrenn tey fara í skúla. Eisini vitjaðu donsku gestirnir ítróttarøkið og fingu eina rundsýning á kósavirkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder