Innanlands

Klaksvíkar kommuna við í átakinum Rudda Føroyar

Í sambandi við hesar dagarnar verður heitt á skúlar, barnagarðar, stovnar, arbeiðspláss, ítróttar- og áhugafeløg, familjur og einstaklingar um at standa saman og taka felags tøk í strembanini eftir einum ruskleysum Føroyum

Mynd: Pól Sundskarð

Mynd: Pól Sundskarð

2021-09-14 21:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á fjórða sinni luttaka Føroyar á altjóða ruddingardegnum, sum er 18. september, men ljós verður varpað á einar ruskleysar Føroyar alla vikuna. Í ár er málsetningurin um einar stubbafríar Føroyar eisini settur á skrá.

Endamálið við átakinum er at skapa tilvit og at broyta vanar soleiðis, at vit koma nærri ynskinum um ein reinan og sunnan ruskleysan heim.

Í hesum sambandi verður heitt á skúlar, barnagarðar, stovnar, arbeiðspláss, ítróttar- og áhugafeløg, familjur og einstaklingar um at standa saman og taka felags tøk í strembanini eftir einum ruskleysum Føroyum

Rusksekkir kunnu heintast í Miðlan allar yrkadagar í tíðarskeiðinum 11. – 17. september frá kl. 10:00 til 16:00.

Soleiðis luttekur tú í ruddingarvikuni:

Tú ruddar í ein ella fleiri av døgunum 11. – 18. september.

a) Tú vigar ruskið ella metir um vektina.

b) Tú metir um talið á stubbum.

Tú skrásetir nøgdina av burturkasti og stubbum her: Skráset rudding

Tú beinir burtur ruskið á rættan hátt og skipar fyri egnum hugnaløtum

Klára vit at rudda 20 tons av ruski og 10.000 stubbar úr føroysku náttúruni?

Vís okkum tykkara ruddingarmyndir við at nýta: #ruddaføroyar2021 #ruddastubbar


Upplatingartíðir hjá endurnýtsluni

Mánadag til fríggjadag frá kl. 16:00 til 19:00. 
Leygardag frá kl.13:00 til 19:00. 

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder