placeholder
Innanlands

Stuttflutt og frískt grønmeti

Heystið er nú eisini komið til Havnar

(Mynd: Birgir Kruse)

(Mynd: Birgir Kruse)

2021-09-15 15:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heystið er árstíðin fyri jarðarinnar fruktum. Í dag sóðust bóndahjúnini í Miðstovuni á Trøðum á Sandi aftur undir Bryggjubakka í Havn fyri at selja burturav tí, sum er vaksið burtur úr gróðrarfullu og sandríku fløtunum.

Epli og gularøtur, kál og røtur. Alt nýheintað og spillfrískt, sum tað bara kann vera hesa ársins tíð. Við miðstovuhjúnunum sum fastir gestir mikudagar, er heystið eisini komið til Havnar

Lesið eisini hugleiðingarnar hjá Birgiri Kruse um sama evni á Birkblogg: Nú kemur heystið   

[object Object](Mynd: Birgir Kruse)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder