Innanlands

Myndir: Gera ábøtur í Skúgvi

Í hesum døgum er átakið Closed for Maintenance í gongd kring landið

(Mynd: Tummas Frank Joensen)

(Mynd: Tummas Frank Joensen)

2021-09-23 15:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag og í morgin er sonevnda átakið “Closed for Maintenance” í gongd kring landið.

Ferðafólk koma sjálvboðið til Føroya, og eisini eru nógvir føroyingar sum hava meldað seg til hesa verkætlanina, sum á fyrsta sinni var í 2019.

Eitt av støðunum, har tey í ár gera ábøtur, er í Skúgvi. Har hava fólk úr Portugal, Írland, Danmark og føroyingar sett pelar upp og arbeitt við gøtum.

Tá vit frættu úr Skúgvi fyri løtu síðani vóru tey á veg til bygdina aftur, har ein góður biti bíðaði.

Tað er nógv brim um dagarnar, og floglíkindini í morgin tá átakið endar, síggja heldur ikki alt ov góð út. Tí er ivasamt um tey sjálvbodnu sleppa av oynni í morgin.

Visit Faroe Islands saman við kommunum og kunningarstovum, skipar fyri átøkunum kring landið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder