Uttanlands

Huawei-stjóri sleppur heimaftur til Kina

Meng Wanzhou hevur verið afturhildin í Kanada í trý ár eftir boðum úr USA

Fíggjarstjórin hjá Huawei, Meng Wanzhou, tosar við fjølmiðlar eftir ein rættarfund í Vancouver í vikuni (Mynd: EPA)

Fíggjarstjórin hjá Huawei, Meng Wanzhou, tosar við fjølmiðlar eftir ein rættarfund í Vancouver í vikuni (Mynd: EPA)

2021-09-25 10:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

USA hevur gjørt avtalu við kinesiska telefelagið Huawei um at lata fíggjarstjóran í felagnum, Meng Wanzhou, sleppa heim.

Hon hevur sitið afturhildin í Kanada í trý ár. Hon varð afturhildin av kanadisku myndugleikunum, tá USA gav boð um at fáa hana útflýggjaða. Hon varð skuldsett fyri at hava brotið amerikanska handilsstongsulin móti Iran.

Avtalan, sum nú er gjørd, inniber, at løgmálaráðið útsetir rættarsóknina móti henni til desember mánað komandi ár. Um hon til ta tí hevur hildið treytirnar, er avtala, at ákæran verður slept.

Avtalan inniber eisini, at USA ikki longur krevur at fáa Meng útflýggjaða frá Kanada. Og tað merkir, at hon kann fara úr landinum, og tað gjørdi hon longu í gjárkvøldið, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder