Innanlands

Myndir: Eldur í trimum húsum á Stykkinum

Sum skilst er eingin fólkaskaði, og málið verður kannað sum eldáseting

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-26 09:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt kom eldur í trý hús á Stykkinum. Sum skilst, eru húsini illa farin, men eingin fólkaskaði var.

Løgreglan skrivar á Facebook, at talan er um eldáseting. Eisini verður sagt, at løgreglan í nátt hevði nógv at gera við m.a. tveimum harðskapsmálum, og brúksstuldur.

Kanningararbeiðið er í gongd og kemur at taka allan dagin, so løgreglan hevur ikki meira at siga um tað fyribils, skrivar løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder