Uttanlands

Sterk spreinging í íbúðarbygningi

Minst 23 fólk eru flutt á sjúkrahús í Göteborg

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-09-28 08:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst 23 fólk eru koyrd á sjúkrahús, og fleiri eru rýmd úr íbúðum sínum eftir eina ógvusliga spreinging í einum íbúðarbygningi í Annedal í svenska býnum Göteborg tíðliga í morgun.

Eldur hevur verið í bygninginum síðan spreingingina. Enn er ógreitt hvat orsøkin var til ógvusligu spreingingina, sum hendi um fimm tíðina í morgun.

Tamarhald er ikki fingið á eldinum, og tí eru allir íbúgvarnir í bygninginum fluttir burtur, upplýsir átaksleiðarin á staðnum fyri svenska sjónvarpinum. Fleiri av íbúgvunum máttu leypa út gjøgnum vindeygu, upplýsir hann.

Alt bendir á, at spreingingin hendi í niðastu hæddini í bygninginum, og tað er ikki útilokað, at talan kann vera um eina tilætlaða spreinging, skrivar NRK. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder