Innanlands

Skáli: Nú verða skjeytini útskrivað

Verða handað umsøkjarunum næstu dagarnar, boðar Runavíkar kommuna frá

(Mynd: runavik.fo)

(Mynd: runavik.fo)

2021-09-28 09:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í mars í ár var arbeiðið at gera nýggju útstykkingina suður frá Hórheiðum á Skála liðugt. Tá handaði stjórin í felagnum Articon Runavíkar kommunu útstykkingina.

Talan er um 27 byggibúgvin grundstykkir, men síðan hava tey, sum ætla at byggja í økinum ikki hoyrt aftur frá kommununi.

Men nú hendir nakað.

Runavíkar kommuna skrivaði soleiðis á heimasíðuni í gjár: Av góðum grundum hava tey áhugaðu fregnast eftir skeytunum, og í morgun fekk kommunan í posti at vita frá Umhvørvisstovuni, at nú er umsíðir klárt at senda teimum, sum ætla at byggja í nýggju útstykkingini, skeytini. Farið er undir at avgreiða málini, og næstu dagarnar vera skeytini umsøkjarunum í hendi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder