Innanlands

Brúarfoss doyptur við Skansabryggjuna

Eva Rein, sum júst hevur havt fimmti ára starvsdag hjá Skipafelagnum, stóð gumma

Eva Rein var gumma

Eva Rein var gumma

2021-09-28 09:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sunnudagin var hátíðarhald á nýggju Skansabryggjuni í Havn, hetta tí bingjuskipið hjá Eimskip við heimstaði í Tórshavn, Brúarfoss, loksins varð doyptur.

Nýggjasta skipið hjá Eimskip hevur longu verið í sigling í næstan eitt ár, men vegna koronastøðuna, varð sjálvur dópurin útsettur til nú. Og skipið hevur, eins og systyrskipið Dettifoss, alla tíðina gjørt brúk av atløgubryggjuni í nýggju havnini, tí skipini stinga so mikið djúpt, at tey ikki fáa lagt at innan fyri molan.

Tað var Eva Rein, sum stóð gumma. Eva Rein er lønarumsitari hjá Faroeship, og hevði fyri stuttum 50 ára starvsdag hjá felagnum, sum fyrr kallaðist Skipafelagið Føroyar, og nú er ein partur av Eimskip-samtakinum.

Bruarfoss er systirskip hjá Dettifoss. Skipini saman við Tukuma Arctica vitja hvørja viku Tórshavnar havn við og eftir farmi í fastari sigling millum Danmark, Svøríki, Føroyar, Ísland og Grønland.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, var ein teirra, ið helt røðu í sambandi við hátíðarhaldið sunnudagin. Hann vísti á, at hetta var eitt slag av vígslu av nýggju havnini, og hátíðarhaldið var sostatt startskotið til flytingina av virkseminum út á Skansabryggjuna.

- Flestum kunnugt er sáttmáli gjørdur við Smyril Line, um at felagið saman við kommununi byggir ein stásiligan nýggjan terminal á nýggja økinum her uttanfyri havnarskrivstovuna.

- Vit fáa skjótt ein nýggjan innkomuveg til Havnina, sum fer at deila seg í fleiri frákoyringar oman í býin. Men Skansabryggjan og Eystarvág koma bæði sjóvegis og ferðsluliga annars at verða høvuðsportalurin inn í hjartað á Havnini.

- Og tit ganga undan við at seta skjøtul á virksemið her við Skansabryggjuna. Og tað frøir okkum, segði Heðin Mortensen millum annað í røðuni, sum kann lesast á heimasíðuni hjá Tórshavnr kommunu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder