Innanlands

Borgarar í Vágs kommunu skulu kóka drekkivatnið

Bakteriur eru staðfestar, og tí kemur hendan áheitanin til borgararnar. Brúkarar á Nesi og havnalagnum er undantiknir kókitilmælinum.

2021-09-28 17:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um tú ert í Vágs kommunu, so er best at tú fyribils kókar drekkivatnið. 

Heimasíðan vagur.fo skrivar í dag, at bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum, og tískil er kókitilmæli lýst.

Tað er bert undantikið brúkarum á Nesi og á havnalagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder