Innanlands

Vágs kommuna: Samlaða inntøkan mett til 67 milliónir krónur

Á býráðsfundi í gjárkvøldið varð fyrsta uppskot til fíggjarætlan 2022 einmælt samtykt. Fleiri eru flutt til Vágs kommunu seinastu tíðina, og persónsskatturin umframt ymsar aðrar inntøkur eru hækkandi

Í hesum mánaðinum eru sekstan fólk flutt til Vágs kommunu (Mynd: vagur.fo)

Í hesum mánaðinum eru sekstan fólk flutt til Vágs kommunu (Mynd: vagur.fo)

2021-09-28 14:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á býráðsfundi í gjárkvøldið varð fyrsta uppskot til fíggjarætlan 2022 einmælt samtykt. Talan er um eina framskriving av teimun fyrstu átta mánaðum, her ongar íløgur er lagdar inn, men bara raksturin av Vágs Kommunu.

Heimasíðan vagur.fo skrivar, at Taks hevur mett, at kommunan fer at samanlagt fáa 44 milliónir inn av persónsskatti fyri hetta árið og 44,4 mililiónir krónur næsta ár. Hetta kemst millum annað av, at fleiri júst eru flutt til Vágs.

- Í august búðu 1369 fólk í Vágs Kommunu, tað vóru 8 fleir enn somu tíð í fjør. Í september mánað eru heili 16 fólk flutt til Vágs Kommunu, stórsti parturin eru ungar familjur við børnum og ungfólk, og tað er at fegnast um, at fólk blíva við at flyta til Vágs.

Hetta staðfestir heimasíðan hjá Vágs Kommuna, ið eisini staðfestir at nakað meira av persónsskatti er komið inn í 2021, í mun til hvat mett var. Í greinini undir heitinum "Tað gongur gott í Vági" verður millum annað komið á virkið hjá Bakkafrost, ið hevur havt meira støðugt arbeiði ta seinastu tíðina, og hetta hevur eisini givið størri inntøku av lastunum sum Bakkafrost avskipar frá virkinum í Vági. Eisini verða inntøkurnar hjá nógv nýttu Marghøllini nevndar.  

Samlaða inntøkan hjá Vágs kommunu frá persónsskatti, eftilønargjøldum, FAS og DIS er mett til 67 milliónir krónur, og útreiðslan er mett til 58,8 milliónir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder