Innanlands

Bjørg Mohr havt 40-ára starvsdag hjá Tórshavnar kommunu

Bjørg hevur alt sítt arbeiðslív starvast hjá kommununi - síðani hon var 17 ár. Seinastu 17 árini hevur uppgávan verið at arbeiða við lønum á starvsfólkadeildini. - Betri starvsfelaga skal man leita leingi eftir, segði borgarstjórin millum annað í røðu sínari

- Tú ert blíð og trúgv, røsk, hjálpsom og skemtilig. Vegna Tórshavnar Kommunu vil eg takka tær Bjørg, fyri trúfesti. Vónandi verður tú verandi hjá okkum, í mong ár afturat (Mynd: torshavn.fo)

- Tú ert blíð og trúgv, røsk, hjálpsom og skemtilig. Vegna Tórshavnar Kommunu vil eg takka tær Bjørg, fyri trúfesti. Vónandi verður tú verandi hjá okkum, í mong ár afturat (Mynd: torshavn.fo)

2021-09-28 15:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin, í dag 28. september, var hátíðarløta í Posthúskjallaranum. Orsøkin var, at Bjørg Mohr hevur verið í starvi hjá Tórshavnar Kommunu í samfull 40 ár.

Hon byrjaði sum 17-ára gomul í 1981 sum ørindagenta. Síðani hevur Bjørg Mohr havt hevur nógvar og ymiskar uppgávur. Hetta kom Heðin Mortensen inn á í røðu síni fyri Bjørg, ið kann lesast á torshavn.fo, og sum endaði á hendan hátt:

- Fía, Randi og tú hava arbeitt tætt saman hesi seinastu mongu árini, og tað ger at tit, saman við Karini, kenna lønarøkið út og inn. Her er alt í góðum hondum. Fólk eru komin og farin hjá Tórshavnar Kommunu, men eftir 40 ár, ert tú her enn, Bjørg. Og tíbetur fyri okkum. Tí betri starvsfelaga skal man leita leingi eftir. Tú ert blíð og trúgv, røsk, hjálpsom og skemtilig. Vegna Tórshavnar Kommunu vil eg takka tær Bjørg, fyri trúfesti. Vónandi verður tú verandi hjá okkum, í mong ár afturat!

Seinastu 17 árini hevur uppgávan hjá Bjørg verið at arbeiða við lønum á tí, sum nú eitur starvsfólkadeildin.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder