Innanlands

Soppur í Listasavninum: Ein og ein hálv millión verður sett av til umvæling næsta ár

Kringvarpið skrivar, at allur bygningurin skal høvuðsumvælast

Mett verður, at 1,4 milliónir krónur verða brúktar í ár

Mett verður, at 1,4 milliónir krónur verða brúktar í ár

2021-10-01 17:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Soppur er í Listasavninum. Hetta varð staðfest, eftir soppakanningar vóru gjørdiar fyrr í ár.

Harvið skal reinsast, umvælast og dagførast, og av tí at eldri parturin av Listasavninum er í verri standi, enn upprunaliga mett varð, skal allur bygningurin høvuðsumvælast.

Tað skrivar Kringvarpið á heimasíðu sínari.

Tað er nú greitt, at í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2022 er hálv onnur millión sett av til at umvæla Listasavnið.

Mett verður, at 1,4 milliónir krónur verða brúktar í ár, skrivar kvf.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder