placeholder
Innanlands

Stilli undan stormi

Tað kann av summum kanska tykjast sum, at støðan á bústaðarmarknaðinum ikki er so ring beint nú, sum hon hevur verið, men roknast kann við, at hetta bara er stilli undan einum komandi stormi. Hetta tí, at koronufarsóttin hevur givið ferðavinnuni eitt rættiligt skot fyri bógvin. Tá alt gerst vanligt aftur, kann roknast við, at eftirspurningurin av álvara fer at taka seg uppaftur, sigur Elin Hentze

Elin Hentze hevur í fleiri ár virkað fyri at fáa minkað um bústaðartrotið í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Elin Hentze hevur í fleiri ár virkað fyri at fáa minkað um bústaðartrotið í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-10-10 14:56 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

At ferðafólkini hildu seg burtur í fjørsummar og í stóran mun eisini hetta summarið hevur fingið nógvar útleigarar, sum hava leigað sínar íbúðir út til airbnb, at bjóða tær fram á vanliga bústaðarmarknaðinum. Hetta hevur bøtt um bústaðartrotið, men tað kann gerast ein stokkut freist hjá fleiri, sum kunnu verða rend á dyr, nú ferðavinnan er um at koma fyri seg aftur, og tá komandi summar fer at nærkast.

Tað heldur Elin Hentze, sum er sera virkin í royndini at fáa bøtt um støðuna á føroyska bústaðarmarknaðinum.

- Eg veit, at fleiri hava avmarkaða tíð í teimum íbúðunum, sum tey í mongum førum bert hava fingið, tí airbnb-marknaðurin tódnaði orsakað av koronufarsóttini. Hetta er uttan iva ein støða, sum líkist stilli undan stormi, nú dagligdagurin er um at vera vanligur aftur, og vit komandi summar helst fara at síggja stóran streym av ferðafólkum, sum koma hendanvegin umvegis airbnb. Eisini eru tað fleiri arbeiðsgevarar, sum leita eftir íbúðum til síni útlendsku arbeiðsfólk, sigur Elin Hentze.

Hóast ein vissur bati hevur verið at hómað í útboðnum av bústøðum, so er bústaðarmarknaðurin í Føroyum framvegis ógvuliga einstáttaður, heldur Elin Hentze og vísir á, at allar flestu føroyingar enn búgva í sethúsum. Antin sínum egnu, ella til leigu inni hjá øðrum.

- Aðrastaðni hevur tú fleiri møguleikar fyri at keypa og leiga ein bústað, við eini natúrligari sirkulatión millum bústaðirnar, har tú sum ungur kanska bert hevur brúk fyri einum kamari, síðani eini minni íbúð, og tá familjan er komin, eini størri íbúð ella húsi at búgva í. Hetta hava vit als ikki í sama mun í Føroyum. Her búgva til dømis vaksin børn inni hjá foreldrunum. Eisini búgva nógv eldri fólk framvegis í sínum egnu útgoldnu húsum, oftani ímóti egnum ynski, tí húsini skulu haldast, og tað kann vera møtimikið, tá ein eldist. Heldur vildu summi av teimum flutt í eina minni íbúð, um tey høvdu møguleika fyri tí, sigur Elin Hentze.

---

Tema um bústaðartrot


Blaðið Vikuskifti fer í tveimum útgávum at viðgera bústaðarmarknaðin og serliga bústaðartrotið, ið er vaksið nógv seinnu árini. Ikki minst eftir stóru tilflytingina og harvið stóra fólkavøksturin, sum vit hava upplivað í Føroyum seinastu seks-sjey árini.

---

Les alla greinina og aðrar ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder