Mentan

Matstovurnar leggja dentin á fisk og sjógæti

Í Bergen hava tey sítt serliga slag av toski. Tað var ein av matstovunum, sum setti sær fyri, at finna fram til ein fiskarætt, sum er heilt serligur fyri Bergen, og eisini kann brúkast í marknaðarføringini av matstovunum í býnum

Fargaður toskur

Fargaður toskur

2021-10-13 19:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

(Umboð fyri Portal.fo/Blaðið Vikuskifti vitjaðu í Bergen 1.-4. oktober, bjóðað av flogfelagnum Widerøe og Visit Bergen)

Les eisini: Bergen hevur almikið at bjóða

Les eisini: Til gongu niðan á Fløyen í bergenskum grimdarregni

Tað eru summi, sum ikki eta fisk, tá tey fara á matstovu uttanlands. Um Bergen er ein góður býur at vitja fyri hesi, tora vit ikki at siga við vissu.

Tí á vikuskiftistúrunum ótu vit so at siga bara fisk, tá vit vóru úti og ótu. Harvið er sjálvandi ikki sagt, at tað ikki er møguligt at fáa eina góða kjøtmáltíð ella vegetarmáltíð í býnum, tí tað er tað sjálvandi.

Noreg er yvirhøvur tiltikið fyri sínar høgu prísir, eftir vanligum evropeiskum mátistokki, og onkuntíð eisini eftir føroyskum.

Men okkara royndir vístu, at prísurin á mati ikki var so ræðandi. Meira var tað prísurin á drykkjuvørunum, bæði í matstovu, og serliga á skeinkistøðum, sum var ræðandi, eisini tá kursmunurin á krónunum er tikin við.

Vit valdu at eta rímiliga gott meðan vit vóru í Bergen, og leitaðu eftir tí, sum er serligt fyri Bergen, og tað er fiskur.

Toskur í fargi

Í Bergen hava tey sítt serliga slag av toski. Tað var ein av matstovunum, sum setti sær fyri, at finna fram til ein fiskarætt, sum er heilt serligur fyri Bergen, og eisini kann brúkast í marknaðarføringini av matstovunum í býnum.

Tað byrjaði í spølni á Facebook fyri nøkrum árum síðani, og endaði við, at býráðið í býnum útnevndi 28. januar til serligan dag fyri júst hendan rætt.

Rætturin eitur Persetorsk. Týdningurin er pressaður ella fargaður toskur.

Tað var matstovan Bien mitt í býnum, sum fann fram til toskin, og ein av eigarunum, Gard Haugland, greiddi eldhugaður frá, hvussu teir høvdu funnið fram til hesa uppskriftina, ið er ein gomul bergensk uppskrift, ið er gjørd eitt sindur meira nýmótans.

At toskurin er fargaður ger, at saftin er kroyst úr honum, so at hann verður fastari, tá hann verður dampaður. Tað tey gera, er at stroyða flakini við eini blanding av salti og sukuri, áðrenn tey verða løgd saman og løgd undir farg náttina yvir.

Tað var ein góð uppliving at fáa persetorsk, ið varð borðreiddur saman við smørstoktum eplum, ertnamosi og eini súrari brúnari sós, súrnað við hjálp av súreplaseider.

Hava vit heima í Føroyum ein serligan toska ella fiskarætt, sum kundi verið brúktur sum eitt slag av serføroyskum rætti at brúkt sum marknaðarføring? Kanska tað ikki er neyðugt við tað, at tað er góða og fríska rávøran, sum vit kunnu selja okkum uppá.

[object Object]

Eksperimenterandi

Eitt annað kvøld vitjaðu vit matstovuna Allmuen, sum var ein spennandi uppliving, tí hetta var ein nakað meira modernað og eitt sindur eksperimenterandi matstova, við einum spennandi hugburði til uppgávuna, ið kundi tykjast nonsjalantur, men absolutt ikki var tað.

Um almúa merkir nakað almindeligt, so var navnið ikki so hóskandi. Á matarkortinum er ikki so nógv at velja í. Tú kanst velja at taka ‘åben mat’ har tað er upp til kokkin at koma við einum urvali av rættum, sum tú ikki kennir frammanundan, tú kanst velja dagsins suppu, dagsins fisk ella dagsins kjøt, og so eru nakrir smárættir at velja ímillum, tapas-líknandi.

Vit valdu at royna mest møguligt. 650 norskar pengar fyri “åpen mat”, eina røð av spennandi rættum, vóru væl givnir út. Her var djúpstokt ostra, sashimi av hýsu, grillað havtaska, upsi, eisini grillaður, og so einasti kjøtrættur á øllum túrinum, eitt líti petti av óvanliga vælstoktum svínarivi við risotto gjørt úr bygggrýnum afturvið – bygg’otto kallaðu tey tað. Omaná ein frálíkur ísur.

Besta máltíð á ferðini. Vínini sníktu seg móti tí natúrliga, vóru frísk, men tó ikki tann størsta upplivingin.

[object Object]

Skeljadjór

Síðsta kvøldið vildu vit veruliga sleppa at royna havsins fruktir. Tjøldini á sjálvum fiskatorginum eru ikki opin sunnukvøld, so vit fóru ístaðin inn í tann fínara og nýggjara partin av fiskatorginum, undir ferðafólkaskrivstovuni, har tað bæði er sølutorg og matstovur.

“Eat me” eitur konseptið, eitt sindur ósjarmerandi, men sum skilst vendir tað seg meira til ferðafólk enn norðmenn og -kvinnur.

Ein forrættur við jákupskel vendur í væl kryddaðari eysturlendskari olju var framúr, og til høvuðsrætt varð valt eitt fat av krabbum, hummarum, rækjum. Einfalt, tí einki varð gjørt við hesar havsins fruktir, annað enn at tær vóru kókaðar sum vanligt.

Útmerkað, tó at tú fekst eina kenslu av, at vørurnar ikki vóru spillfrískar, men áttu nakað nógvar tímar í ísdiskinum. Kanska var tað tí, at eg hevði valt ta bíligastu versjónina – tann, sum ikki hevði kongakrabban við.

Makkarin vildi sleppa at royna hvalabúff úr nebbafiski, hildu vit tað var. Hann læt væl at – smakkaði ikki so nógv av tvøsti, men næstan sum at fáa ein ‘vanligan búff’. Tað varð ikki gjørt líka nógv burtur úr serveringini á hesum staðnum – einki við at greiða frá hvat tað var, vit fingu og hvussu tað var gjørt, bara sett á borðið við ynski um at gagnast væl.

[object Object]

Nógv støð at velja ímillum
Tað er langt oman fyri 300 matstovur at velja ímillum í Bergen, umframt hesar tríggjar, sum vit royndu.

Tá vit spurdu um ráð á VisitBergen eru tað sjálvandi nakrar, sum verða drignar fram um aðrar.

Bergen hevur til dømis eina matstovu við eini Michelin-stjørnu – hon eitur Bare. Eisini er ein onnur, sum verður viðmælt av Michelin-guidini, men tó ikki er stjørnuskrýdd, hon eitur Lysverket.

So eru tað fiskamatstovurnar í elligomlu træbygningunum í Bryggen. Hesar hugnaligu matstovurnar, sum hava felags køk eita Enhjørningen og To Kokker.

Men vil man hava eitt heilt setstakt matupplivilsi, so viðmæla tey matstovuna, sum eitur Cornelius. Ein fiskamatstova, men hon liggur ikki í Bergen. Hon liggur úti á eini oyggj úti í skergarðinum, so neyðugt er at bíleggja pláss í einum skjóttgangandi báti, sum siglir ferðafólkini aftur og fram.

Helst er hetta upplivilsið størri á summartí, tí talan er um ein siglitúr, sum tekur einar 25 minuttir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder