
- Hey tit øll. Vanliga koma mínar myndir av einum fjallatoppi, men ikki í kvøld, henda heilsan kemur av Ríkissjúkrahúsinum.
Soleiðis byrjaði kendi fjallagangarin Pól Sundskarð eina støðudagføring á Facebook í gjárkvøldið.
Hann var mikudagin óheppin og gleið av Seyðringarskarð á veg oman í Strandadal. Bjargingarlið og tyrlan vóru eftir honum, og fingu hann á sjúkrahús.
Pól Sundskarð skrivar, at hann skal undir skurð í rygginum í dag.
Tað munnu vera fá støð í føroysku náttúruni, har Pál Sundskarð ikki hevur traðkað síni spor, og seinastu árini hava vit havt óteljandi nógvar myndir hjá Pól Sundskarð her á Portalinum. Vit ynskja Pól Sundskarð alt tað besta og góðan betring.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald