Mentan

Deiggj 40 ár – Easy livin’ við Gjógv fyri fimtu ferð

Leygarkvøldið savnast fólk aftur við Gjógv at fagna Deiggj og tónleikinum frá 70'unum

(Mynd: Bjartur Vest)

(Mynd: Bjartur Vest)

2021-10-21 09:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í samband við at tónleikabólkurin Deiggj fylti 40 ár í september, verður enn einaferð skipað fyri Easy livin’-tiltaki og føðingardegi við Gjógv leygarkvøldið 23. oktober.

Seinast hetta sera vælumtókta og deiliga bygdasliga tiltak varð fyriskipað, var í 2019, tá eisini fyrrverandi bassleikarin í Uriah Heep, Paul Newton, var serligur gestur hjá Deiggj. Í ár verður, umframt Uriah Heep temaið, eisini eitt Deiggj-tema og annað, ið deiggjararnir hava spælt seinnu árini.

Deiggj hevði í september tvær stórar vælumtóktar konsertir, sum báðar vóru útseldar. Tann fyrra í SALT á Tvøroyri og hin á tiltakinum Rokkur í Vestmanna. Nú er túrurin so komin til Gjáar.

Easy livin’ við Gjógv var fyrstu ferð fyriskipað í 2015, og er hetta sostatt fimtu ferð, at Gjáargarður og Deiggj skipa fyri tiltakinum. Tiltakið leggur upp til hugna, og at taka tað róligt  saman við vinum og kenningum og góðum klassiskum rock’n roll  tónleiki. Føroyingar kring alt landið hava leitað sær til Gjáar, at minnast og fagna tónleikinum frá 70’unum og nú eisini nýggjari løg hjá Deiggj, sum hevur rundað tey fýrati.

Umframt konsert og dans verður eisini annað á skránni t.d. ein sokallað  heep-buffet á Gjáargarði undan konsertini, eins og ljósini í Gjónni verða tendrað.

Í ár er eins og undanfarin ár útselt til gisting og buffet á Gjáargarði, men enn er nøkur pláss eftir til konsertina og dansin.

Konsert og dansur í Bygdarhúsinum
Tiltakið er fyrst og fremst ein konsert, men tað er loyvt at dansa til hittini hjá Uriah Heep og Gasolin drøna av pallinum í Bygdarhúsinum.  Gissur Patursson, plátuvendari, verður eisini á pallinum og spælur dansivinarligan tónleik frá 70'unum.

Nógv verður aftur gjørt burturúr at hugna og prýða Bygdarhúsið og skapa tann rætta 70-ára stemningin, eitt nú við livandi ljósum, lavalampum, plakatum o.ø. Kaffihúsið við Gjónna verður eisini opið.   


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder