Uttanlands

FDA: Koppingarevnið hjá Pfizer gevur yngru børnunum góða verju

FDA hevur biðið eina serfrøðinganevnd meta um, um mann eigur at góðkenna koppingarevnið til børn millum fimm og 11 ár í USA

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-10-24 16:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Koronakoppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech vísir seg at rigga sera væl til børn millum fimm og 11 ár, sigur amerikanska heilivágsstýrið, FDA, stutt eftir, at framleiðarin sjálvur hevði boðað frá, at koppingarevnið gav eina verju á 90,7 prosent hjá yngri børnum.

Pfizer søkti fyrr í hesum mánaðinum um at fáa góðkent koppingarevnið til børn í USA, og um FDA gevur teimum eina skundgóðkenning til børn, kunnu yngri børn longu fáa fyrsta prikið fyrst í november, skrivar Ritzau.

Um koppingarevnið verður góðkent til yngri børn, fara upp móti 28 milliónir børn í aldrinum fimm til 11 ár at fáa tilboð um koppseting fyri koronu. Tey fáa tó minni skamtar enn vaksin.

FDA sigur seg ikki hava funnið nakrar óvæntað hjáárin við at koppseta børn, men FDA fer at biðja eina nevnd av serfrøðingum meta um málið, áðrenn tey taka eina endaliga avgerð.

Sambært Hvítu Húsunum hevur USA nóg mikið av koppingarevni til at koppseta hendan aldursbólkin, um FDA gevur grønt ljós fyri tí.

Í løtuni er koppingarevnið hjá Pfizer bert góðkent til fólk, ið eru 12 ár ella eldri.

Evropeiski heilivágsstovnurin, EMA er eisini í ferð við at meta um, hvørt børn yngri enn 12 ár eiga at fáa koppsetingina ella ikki. Mett verður, at tey kunnu taka eina avgerð einaferð innanfyri komandi mánaðirnar.

placeholder
placeholder