Uttanlands

Fyrsti grønlendski professarin deyður, 93 ára gamal

Robert Petersen andaðist á Odense Universitetshospital leygardagin – Hann var stovnari av universitetinum í Grønlandi, og gjørdist hann fyrsti granskari við inuit-bakgrund at granska altjóða

(Mynd: Sermitsiaq)

(Mynd: Sermitsiaq)

2021-10-24 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Robert Petersen, fyrsti professarin í Grønlandi, er deyður, 93 ára gamal.

Hann andaðist í gjár á Odense Universitetshospital eftir stytri sjúkralegu, skrivar Sermitsiaq.

Robert Petersen er stovnari av universitetinum í Grønlandi, Ilisimatusarfik, har hann var rektari frá 1987 til 1995. Eisini gjørdist hann fyrsti granskari við inuit-bakgrund at granska altjóða.

Robert Petersen varð føddur í vesturgrønlendska býnum Maniitsoq í 1928. Hann varð útbúgvin lærari í Grønlandi í 1948, og nøkur ár seinni tók hann eisini danska læraraútbúgving. Seinni fekk hann universitetsprógv frá universitetinum í Keypmannahvan, og í 1975 gjørdist hann professari í eskimologi.

placeholder
placeholder