Innanlands

Landsstýrið fer at umrøða støðuna seinnapartin

Í morgun hevði Farsóttarnevndin fund um koronustøðuna, og nú klokkan trý fer landsstýrið at umrøða tilmælini frá Farsóttarnevndini

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-24 14:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu vikuna eru 187 nýggir smittutilburðir staðfestir í Føroyum, og í gjár vórðu metnógvir tilburðir staðfestir – 89. Talan er í stóran mun um børn og ung, serliga í Norðurøkinum.

Farsóttarnevndin hevði fund um støðuna í morgun, og nú klokkan trý er landsstýrið kallað saman til fund at umrøða tilmælini frá Farsóttarnevndini, sigur Útvarpið.

Væntandi verður greitt í kvøld, um nýgg tiltøk verða sett í verk, og hvørji hesi eru.

placeholder
placeholder