Uttanlands

Pávin við áheitan til heimsleiðarar áðrenn COP26

Pávin heitir á heimsleiðarar um at finna eina loysn í stríðnum móti veðurlagsbroytingum

– Politisku avgerðartakarnir, sum hittast á COP26 í Glasgow hava ábyrgdina av at koma við einum munagóðum svari á núverandi umhvørviskreppuna, sigur pávin (Mynd: EPA)

– Politisku avgerðartakarnir, sum hittast á COP26 í Glasgow hava ábyrgdina av at koma við einum munagóðum svari á núverandi umhvørviskreppuna, sigur pávin (Mynd: EPA)

2021-10-29 12:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, stutt undan veðurlagstoppfundinum hjá ST, COP26, kom Frans pávi við einari áheitan til heimsleiðarar um at finna eina loysn í stríðnum móti veðurlagsbroytingum.

– Politisku avgerðartakarnir, sum hittast á COP26 í Glasgow hava ábyrgdina av at koma við einum munagóðum svari á núverandi umhvørviskreppuna, sigur pávin.

Hetta skal geva komandi ættarliðum vón, sigur hann við BBC Radio.

84 ára gamli pávin sigur, at øll kunnu spæla ein leiklut í stríðnum móti veðurlagsbroytingum. Hann luttekur ikki sjálvur á toppfundinum, men ein sendinevnd úr Vatikaninum luttekur.

Pávin skal í dag hitta fleiri leiðarar í sambandi við einum G20-toppfundi í italska høvuðsstaðnum Rom. G20 er ein bólkur av 19 teimum mest týðandi ídnaðarlondunum umframt ES. Pávin skal m.a. hitta amerikanska forsetanum, Joe Biden, og suðurkoreanska forsetanum, Moon Jae-in, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder