Innanlands

Landsstýrið vildi ikki gera mun á fólki: Farsóttarnevndin tekur sakina í egnar hendur

Koronapass verður kravt við landamørkini frá 15. november. Tað hevur Farsóttarnevndin tikið avgerð um í dag

Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-02 20:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ferðast tú til Føroya frá 15. november, so skalt tú gleða teg til at vísa eitt koronupass á flogvøllinum. Um ikki, so skalt tú kannast.

Hetta við koronupassi er ikki nakað sum landsstýrið higartil hevur valt at krevja, hóast Farsóttarnevndin er komin við hesum tilmæli áður. Hvørki við landamørkini ella í samfelagnum, tí man ynskir ikki at gera mun á fólki, hevur verið sagt.

Men nú hevur Farsóttarnevndin tikið sakina í egnar hendur. Samstundis mælir farsóttarnevndin landsstýrinum til at seta koronupass í gildi í føroyska samfelagnum. Hetta fyri at bremsa koronu, segði Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini í Degi og viku í kvøld.

Tú fært eitt galdandi koronapass við at vera koppsettur, hava verið smittaður áður ella við einari koronukanning, sum ikki er eldri enn 72 tímar.

- Um vit skulu vera vís í at halda smittuna úr landinum, er tað teir persónar, sum ikki kunnu vísa á eitt koronapass tey, sum vit skulu hava fatur á og tryggja okkum, at tey verða testað, sigur Michael Boolsen.

Tað er Farsóttarnevndin sum ger av, hvat verður gjørt við markið, og heimildin at gera mun á fólki er í lagi. Michael Boolsen vísti í Degi og viku til grein 16 í epidemilógini, sum sigur, at farsóttarnevndin kann krevja, at ein og hvør sum kemur til Føroya, skal lata seg kanna av lækna, og at viðkomandi um neyðugt, skal lata seg innleggja til kanningar á einum sjúkrahúsi.

Mæla til koronupass í føroyska samfelagnum
Farsóttarnevndin hevur mælt landsstýrinum til, at koronupass eisini verður galdandi í samfelagnum.

Hevur man eitt koronupass, er vandin fyri at man smittar onnur væl minni, og tí kann man flyta seg fríari í samfelagnum, sigur Michael Boolsen við Dag og viku. Hann sær fyri sær, at koronupass verður brúkt á matstovum, til ítróttartiltøk osv.

Landsstýrið hevur í kvøld verið á fundi um tilmælini frá Farsóttarnevndini, men enn hevur einki verið at frætta um hvørji tilmæli verða sett í gildi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder