Innanlands

Effo besta úrslit nakrantíð í 2020

Árið 2020 hilnaðist framúr væl hjá P/F Effo, har ársúrslitið eftir skatt gjørdist knappar 40 milliónir krónur

(Mynd: Effo.fo)

(Mynd: Effo.fo)

2021-11-19 10:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska orkufelagið Effo, sum í 2007 kom aftur á føroyskar hendur, hevur verið ein framúr góð íløga hjá teimum føroysku íleggjarunum, sum tá settu pening í felagið. Tilsamans hava rakstrarúrslitini eftir skatt hesi árini verið heilar 321 mió.kr., harav meginparturin, góðar 300 mió.kr., eru goldnar partaeigarunum sum vinningsbytið síðstu árini.

Árið 2020 hilnaðist eisini framúr væl hjá P/F Effo, har ársúrslitið eftir skatt gjørdist 39.8 mió.kr, sum er besta úrslitið hjá føroyska felagnum nakrantíð.

Effo hevur stórt virksemið í Føroyum. Virksemið umfatar sølu av oljuúrdrattum til húsarhald, skip, virkir, flogfør, akfør, umframt mat- og skundvørur á Effo-støðum kring landið. Harumframt eigur Effo bygningar, effo-støðir, oljugoymslur og partabrøv eitt nú í Vindrøkt, sum framleiðir vindorku í Føroyum.  

Samlaða sølan hjá Effo í 2020 gjørdist 770 mió.kr., í mun til 920 mió.kr. í 2019. Talan er um eitt fall í søluni á 16,3 prosent. Orsøkin til minkaðu søluna er samb. roknskapinum hjá Effo eitt stórt fall í oljuprísinum í 2020 og at dollara kursurin eisini fall nakað. Upplýst verður at sjálv sølan av oljuúrdráttum vaks í 2020.

Bruttovinningurin, sum er munurin millum samlaðu søluna og framleiðslukostnað, øktist úr 130 mió.kr. í 2019 til 139 mió.kr. í 2020. Talan er um ein vøkstur á 6,8 prosent.

Úrslitið áðrenn avskrivingar og rentur, eisini nevnt ebidta, var 50 mió.kr. í 2020 samanborið við 45 mió.kr. í 2019. Ein vøkstur á 11,6 prosent.

Ársúrslitið fyri 2020 gjørdist eitt avlop á 38,8 mió.kr. samanborið við 34,3 mió.kr. í 2019, sum er ein vøkstur á 13,2 prosent. Landskassin fær 10,8 mió.kr. í partafelagsskatti av ársúrslitinum í 2020.

Fíggjarjavnin hjá Effo var samanlagt 278,7 mió.kr. í 2020.

Støðisognin var í 2020 íalt 155,6 mió.kr. í mun til 150,8 mió.kr. í 2019. Hinvegin er ogn í umferð minkað úr 128,9 mió.kr. til 123,0 mió.kr. í 2020.

Samlaða skuldin hja Effo er økt úr 125,5 mió.kr. í 2019 til 177,9 mió.kr. í 2020. Tað er ein vøkstur í skuldini á 52,4 mió.kr.

Eginpeningurin hjá Effo var í 2020 íalt 99,6 mió.kr., sammett við 153,7 mió.kr. í 2019. Fallið í eginpeninginum stavar frá útgoldnum viningsbýtið í 2020 á 82,7 mió.kr.

Trygdarevnið, sum er er eginpeningur í mun til samlaðu skyldur, er tí fallið úr 55 prosent í 2018 til 36 prosent í 2020. Vanliga verður mett at trygdarevnið yvir 30 prosent er rímuliga gott.

Gjaldførið hjá Effo, um hugt verður eftir gjaldførislutfallinum, er minkað úr 119 prosentum í 2019 til 76 prosent í 2020. Tøkur peningur við ársenda 2020 var 18 mió.kr. 

Stafestast má, at Effo er ein væl rikin fyritøka, sum hevur kunna víst góð og støðug rakstrarúrslit síðstu árini. Effo hevur harnæst verið ein framúr góð íløga hjá partaeigarum felagsins.

Effo upplýsir í roknskapinum, at talið av starvsfólkum í 2020 var 97 ársverk.

Stjóri í Effo er Janus Thomsen. Nevndarformaður er Árni Rasmussen.

Størstu alment skrásettu partaeigararnir í Effo P/F eru: Tjaldur P/F, Kolan Aps, FramInvest Sp/f, LÍV P/F, Varðin P/F.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder