Innanlands

Løgmaður heldur at øll eiga at kannast við markið

- Mær hevði dámt betur, at krav var um, at øll sum koma til Føroya, verða kannað. Men Farsóttarnevndin eigur avgerðina, sigur Bárður á Steig Nielsen

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-19 18:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er Farsóttarnevndin sum eigur avgerðina - ikki landsstýrið.

Tað sigur løgmaður í svari til Beintu Løwe, tingkvinnu hjá Tjóðveldi, sum spurdi um koronukanningarnar á flogvøllinum fyrr í vikuni. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur gjørt skjótt av, og hevur longu svarað grein 52 fyrispurninginum.

- Koronakanningar hava, sum kunnugt, ikki verið við markið síðani 31. august 2021. Men frá 15. november hevur Farsóttarnevndin gjørt av, at øll sum koma til Føroya, og sum ikki kunnu vísa koronapass, skulu kannast fyri korona. Mær hevði dámt betur, at krav var um, at øll sum koma til Føroya, verða kannað, men tað er Farsóttarnevndin, sum hevur heimildirnar at gera hetta av, sigur Bárður á Steig Nielsen í svarinum.

- Landsstýrið hevur alla tíðina havt ta støðu, at tey sum ferðast, eisini sjálvi mugu bera tann kostnað, sum stendst av teim tiltøkum, sum sett eru í verk við markið fyri at forða teimum í at bera smittu til landið, skrivar løgmaður víðari.

Løgmaður svarar at tað er ilt at meta um, hvat kostnaðurin verður av kravdum koronukanningum við komu til Føroya næstu mánaðirnar, tí at treytirnar eru so óvissar.

- Við umbøn um eykajáttan er biðið um 2 milliónir krónur til kanningar fyri koronu við komu til landið frá 13. november og árið út. Tað er ein minni partur av teimum ferðandi, ið ikki hava koronapass, og tí skulu kannast við landamarkið, skrivar Bárður á Steig Nielsen.

- Avtalan við veitara er 250 krónur fyri hvørja kanning umframt 5000 krónur fyri hvørt flogfar. Tó í mesta lagi fyri fýra flogfør um dagin. Henda avtalan er fyrst galdandi í 14 dagar.

Løgmaður var eisini spurdur um ætlanin er at leggja uppskot fyri løgtingið um, at øll ferðafólk, koppsett og ókoppsett, skulu rinda fyri koronukanningar við markið á sama hátt, sum tað áður var galdandi.

- Vit eru nú á einum vegamóti. Um vit skulu taka gjald bert frá teimum sum verða kannaði við komum, so krevst at lógin um smittandi sjúkur verður broytt soleiðis at heimild er fyri at sena rokning til tann einstak, sum verður kannaður við markið. Tað verður tó helst ikki í bræði, tí fyrst skal farsóttarmálsøkið yvirtakast, og tað vita vit av royndum, at tað kann taka tíð, svarar Bárður á Steig Nielsen í svari til Beintu Løwe.

Alt svarið kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder