Mentan

Nýtt sjónbandalag frá Adrenaline

Fýra ungir klaksvíkingar hava í dag lagt fjórða sangin út á netið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-11-24 17:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rokkbólkurin Adrenaline hevur í dag lagt eitt nýtt sjónbandalag út á YouTube. "Bjarta" eitur nýggi sangurin.

Adrenaline eru ógvuliga sparnir við at geva upplýsingar um bólkin, men á YouTube-vanganum sæst, at teir fýra ungu menninir í bólkinum eita Jónas Jacobsen, Tórður Sóleyarson, Niclas Elttør Høgnesen og Høgni Sørensen.

"Bjarta" er fjórði sangurin frá Adrenaline, ið kann upplivast á YouTube. Hinir sangirnir eru “Eg vil koyra skjótari”, Stand up and Fight” og “My Valentine”.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder