Innanlands

53 tilburðir staðfestir í gjár

Hóast avmarkandi tiltøk við koronupassi hava verið galdandi í næstan tvær vikur, eru framvegis høg koronutøl. Talið á innløgdum stendur í stað

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-11-24 21:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast avmarkandi tiltøk við eitt nú koronupassi í næstan tvær vikur, vísir tað seg at vera trupult, at fáa koronutølini niður.

Í gjár vóru 53 tilburðir staðfestir, vísa tølini frá myndugleikanum.

Øll tey sum eru blivin testað positiv hava fingið boð frá landslæknanum.

2.423 kanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið.

Í løtuni eru 389 aktivir koronutilburðir umframt at 524 fólk eru sett í sóttarhald. Sjey fólk eru innløgd við koronu á Sjúkrahúsverkinum, og hetta er tað sama sum í gjár.


placeholder
placeholder