Uttanlands

Danska sjóverjan dripið fýra sjórænarar

Manning av fregattini Esbern Snare skutu í sjálvverju í gjárkvøldið - vitjanin hjá Mette Frederiksen umborð í dag er avlýst

Esbern Snare (Mynd: Anders V. Fridberg / Forsvaret)

Esbern Snare (Mynd: Anders V. Fridberg / Forsvaret)

2021-11-25 10:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein skotbardagi millum manning á danska verjuskipinum Esbern Snare og afrikanskar sjórænarar umborð á skjóttgangandi báti í einum øki sunnan fyri Nigeria í gjár, endaði við at fýra sjórænarar lótu lív. Ongin danskur hermaður fekk skaða.

Tað upplýsir danska sjóverjan í tíðindaskrivi í dag

Sjóverjan greiðir frá, at Esbern Snare hevði fingið boð um ein skjóttgangandi bát, har illgruni var um, at talan var um sjórænarar. Danska fregattin sendi Seahawk-tyrluna út at kanna bátin, og tyrlumanningin kundi staðfesta, at amboð vóru umborð, sum bóru boð um sjórænaravirksemi. Í gjárkvøldið sendi Esben Snare so eina deild frá Frømandskorpset avstað í RHIB báti fyri eftir sjórænarabátinum.

Tá tað ikki eydnaðist at fáa bátin at støðga, skutu danirnir ávaringarskot, og sjórænararnir svaraðu aftur við at skjóta eftir danska bátinum.

Donsku hermenninir svaraðu aftur í sjálvverju, stendur í tíðindaskrivinum. Ongin dani fekk skaða í tilburðinum, meðan fimm av sjórænarunum vórðu raktir, harav fýra doyðu.

Sjórænarabáturin sakk, og sjórænararnir vórðu bjargaðir umborð á donsku fregattina.

Vitjan hjá Frederiksen má avlýsast
Esbern Snare varð í oktober sendur avstað til Guineaflógvan at tryggja altjóða siglingarleiðirnar har móti sjórænarum.

Skotbardagin hendi kvøldið fyri, at Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna, og Jakob Ellemann-Jensen, formaður fyri Venstre, skuldu vitja umborð á Esbern Snare. Tey bæði eru á vitjan í Ghana, og skuldu eftir ætlan vitja umborð seinni í dag. Men henda vitjanin er avlýst, tí ein slík vitjan umborð ikki er møgulig í dag, boðar forsætisráðið frá í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder