Innanlands

Video: Stúrin um tað sum gongur fyri seg her í Føroyum

- Eg brúki mín borgarliga rætt at siga frá, tá eg veruliga síggi, at her er okkurt ravruskandi galið í Føroyum, sigur Heidi Magnusdóttir Johansen úr Saltangará. Í einari videoupptøku setur hon spurnartekin við mátan sum myndugleikarnir vilja hava okkum at liva

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-11-30 18:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað er ikki tí eg havi serliga góðar talugávur, tað er ikki tí eg dugi serliga væl at orða meg, men tað er tí eg stúrin um tað, sum gongur fyri seg í Føroyum beint nú.

Soleiðis byrjar Heidi Magnusdóttir Johansen úr Saltangará eitt video á Youtube, sum er 11 minuttir til longdar.

Hon er stúrin um, at landsstýrið ætlar at vaksinera tey smáu børnini, og um koronupassið, sum hon heldur skerjir frælsið hjá fólkinum.

- Tað sum landsstýrið ætlar at koyra ígjøgnum nú er at fáa tey smáu børnini vaksineraði. Hetta er høvuðsorsøkin til, at eg havi valt at gera hetta video.

- Eg síggi meg ikki sum ein persón, sum hevði skula staðið nakrastaðni og kjakast um hesi tingini, men eg brúki mín borgarliga rætt at siga frá, tá eg veruliga síggi, at her er okkurt ravruskandi galið í Føroyum, sigur Heidi í upptøkuni.

- Eg ynski ikki at vit, borgarar í Føroyum, vit sum eiga børn, skulu uppliva einar Føroyar sum vit uppliva nú. Eg ynski ikki, at okkara børn skulu blíva við at testa seg, kanna seg og vaksinera seg fyri at vera ein frælsur persónur í Føroyum, sigur Heidi Magnusdóttir Johansen.

Sambært henni so er tíðindaflutningurin hjá føroysku miðlunum við til at seta ein ótta í fólk.

- KvF og portalar hava bombarderað okkum við nýggjheitum í tvey ár, og tað sigur seg sjálvt, at tankar hjá fólki byrja at fara av leið, og at man blívur handlingslammaður av tí óttanum, man fær niður í seg.

Heidi Magnusdóttir Johansen heitir á fólk um at skriva brøv, siga frá og brúka sín borgarliga rætt.

Tí nokk er nokk, sigur hon.

- Sum foreldur ynski eg ikki at ofra okkara smábørn tí at vit vaksnu eru blivin bangin. Nú má vera nokk, og nú má hetta vanvitið steðga í Føroyum.

Síggj upptøkuna omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder