Uttanlands

Grikkaland: Bót fyri ikki at lata seg koppseta

Frá 16. januar er ætlanin, at grikskir borgarar yvir 60 ár skulu lata seg koppseta fyri koronu, annars fáa teir eina bót á 100 evrur hvønn mánað

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-12-01 19:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Grikkalandi ætla tey at gera tað til krav, at allir borgarar yvir 60 ár skulu koppsetast fyri koronu.

Kravið skal eftir ætlan koma í gildi 16. januar, og tey, sum nokta, fáa eina bót á 100 evrur (743,5 krónur) hvønn mánað.

Grikski forsætisráðharrin, Kyriakos Mitsotakis sigur, at tað er prísurin fyri góða heilsu.

– Avgerðin harmar meg, men eg kenni eina ábyrgd yvirfyri teimum mest sárbæru, eisini hóast fólk verða ónøgd, sigur hann.

Í gjár vórðu umleið 63 prosent av grikska fólkinum liðugt koppsett fyri koronu, og tað er undir miðal fyri ES-lond, skrivar DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder